Veðrið - Skýggjað og í støðum tám ella mjørki

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, seinni av útnyrðingi ella vestri. Skýggjað og í støðum tám ella mjørki, serliga norðanfyri. Stundum regn ella okkurt ælið, men í støðum eisini onkur sólglotti av og á.

Í nátt og mikudag fyrrapart lot til frískt lot sunnan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og stundum regn, men út á fyrrapartin mikudagin klárnar nakað. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.