Vit vóru errin at kenna skiparan Thorvald Andreasen

Vit kendu hvørt skip og hvønn bát

Tá eg herfyri læs í seinnu frálíku bókini um “Stállínuskipini”, sum Sigmar Bláberg skrivaði og gav út í 2015, steðgaði við línubátin Nornagest, sum kom til landið á jólum 1961.

Reiðarin og skiparin Thorvald Andreasen og konan Petrina búðu í húsum í V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn og nærmasti granni til Ellisheimið. Og júst hetta økið var spæliplássið hjá okkum ungu, og eg kendi væl Thorvald, Petrinu og børnini Tótu, Odu, Daniu og Árna. Vit ungu sóu upp til henda vinaliga skiparan, sum fyrst átti Norðstjørnuna og síðani stásiliga línubátin Nornagest, sum hann saman við beiggjanum Alfred læt byggja í Dieppe í Fraklandi.

Eina serliga hending havi at leggja aftrat vælskrivaðu søguna um Thorvald Andreasen, Nornagest og Norðstjørnuna.

Spæliplássið hjá okkum ungu við Landavegin var so mikið stórt, at tað strekti seg frá heiminum hjá okkum við Vesturkirkjuna og heilt oman í Álaker, Vestaru bryggju, Skipasmiðjuna, Skálatrøð og alt økið á Debesartrøð. 

Vit kendu hvørt skip og hvønn bát, sum legði til bryggju á Vestaru bryggju ella stóð á bending á Skipasmiðjuni. Heilt góð ungdómsár at minnast aftur á.

Beiggi mín Hans Jákup og Árni sonur Thorvald og Petrinu vóru vinmenn, og tí var eg mangan inni hjá Árna og teimum. Vit ungu fylgdu væl við, hvussu gekst Norðstjørnuni, sum antin var á saltfiskaveiðu í Grønlandi ella undir Íslandi ella var á sild norðanfyri. Og mangan vóru vit umborð á Norðstjørnuni, tá hon lá við bryggja í Havn. Vit hildu okkum eiga ein part í skipinum, tí vit kendu skiparan Thorvald og familjuna.

Les alla greinin, sum er frá 2016, sum Vagnur Michelsen skrivar -TRÝST HER Vit ungu við Landavegin vóru errin at kenna skiparan Thorvald Andreasen - Hvannrók (hvannrok.fo)