Einki føroyskt skip er á Flemish Kap í løtuni
Nú eru 655 tons eftir av toskakvotuni á Flemish Kap í ár.
Kvotan er 2.617 tons. Og 1.962 tons eru fiskað, sigur Vørn.
Einki føroyskt skip er á Flemish Kap í løtuni. Klakkur, sum var á Flemish Kap, er farin at sigla heim.
Frystilínuskipini hava nú eginkvotur, so talan er ikki longur um at skunda sær at fiska, áðrenn felagskvotan, sum var, er uppi.
Størri kvota í ár
Kvotan er størri í ár enn hon var í fjør. Í fjør var toskakvotan 1.363 tons.
Limalondini í NAFO vóru samd um at loyva nógv størri heildarveiðu í ár.
Mest loyvda veiðan fór úr 6.000 tonsum í fjør upp í 11.700 tons í ár.
Føroyar eiga 22,35 prosent av heildarkvotuni. Tí vaks føroyska kvotan góð 92 prosent.
Útlitini góð
Á ársfundinum hjá NAFO, sum umsitir fiskastovnarnar á Flemish Kap, í fjør staðfestu limalondini, at útlitini fyri toskastovnin eru góð í ár og næstu ár.
Umframt 2.617 tons av toski sleppa føroysk skip at fiska 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Kap í ár.
Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank eru framvegis illa fyri.
Tí verður heldur ikki loyvt at fiska rækju har í ár.
Myndin er tilvildarlig