Veðrið
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, at byrja við regn ella okkurt ælið sunnaneftir, men út á fyrrapartin turt fyri tað mesta. Stundum tám ella mjørki, serliga sunnanfyri, men eisini sól av og á, serliga norðanfyri.
Í nátt frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, seinni vaksandi upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir.
Hósdag fyrrapart, frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.