Gomlu útróðrarbátarnir fækkast í tali
Myndin er frá útróðrarverkfallinum í 1975, har Fuglberg, Áarberg og Rókhamar blokeraðu innsiglingini út og inn av vágni í Klaksvík. Pól Justinussen ella Pól á Fuglberg átti Áarberg og Fuglberg, meðan Innistovumenninir áttu Rókhamar. Bátarnir hjá Pól vóru eyðkendir, tí teir høvdu grønar mastrar.
Fuglberg mundi farist, tá teir vóru á veg til Føroya við honum úr Keypmannahavn tíðliga í 1947. Teir fingu illveður av landsynningi stutt eftir, at teir vóru farnir niðrifrá, og tá teir komu norður um Hetland fingu teir ein stóran sjógv, sum gjørdi, at báturin fór runt, og motorurin steðgaði. Trý samdøgur seinni fingu teir motorin í gongd aftur, men tá stóð skrúvan føst, so teir fingu ikki siglt. Endin var, at teir fingu eina neyðantennu riggaða til, men tá vóru teir riknir langt norður um Føroyar. 12 dagar eftir at Fuglberg var farin úr Keypmannahavn, kom trolarin Norðbúgvin sleipandi við honum á Klaksvík.
Pól og aðrir svínoyingar róðu út við Fuglberg í nógv ár, men endin á honum var, at hann fór á land í Suðuroy í 1993 og sakk. Tá var hann heimahoyrandi á Strondum.
Pól keypti Áarberg tíðliga í 1970 unum, sum frammanundan hevði itið Soli Deo Gloria, og setti hann í stand til útróður. Í 1960 tók Soli Deo Gloria manningina á Liljuni umborð, eftir at skonnartin var sokkin í Norðsjónum á veg til Føroya við eini last av koli. Teir komu á Klaksvík við monnunum jólamorgun í 1960.
Áarberg kom seinni at eita Líðhamar, og til fyri stuttum róði hann út av Klaksvík, og tað gekst væl við fiskiskapinum. Men báturin varð lagdur fyri eini tíð síðan, tá ein nýggjur Líðhamar varð keyptur ístaðin. Fyrr í hesi vikuni varð báturin sleipaður út á Skála til upphøggingar.
Rókhamar hevði fleiri nøvn, áðrenn hann fekk tað navnið. Nú eitur hann Gudrun, og verður brúktur til garnaveiðu. Hann er tann einasti av hesum trimum bátunum, sum siglir enn. Rókhamar var tað seinasta skipið, sum sigldi ígjøgnum Hvannasund, áðrenn tað var stongt fyri skipaferðslu í 1973.
Eskild Hansen tók myndina.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.