Veðrið
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, turt og samdrigið. Sum frá líður veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s, og tað fer at regna sunnaneftir.
Í kvøld og leygardagin fyrrapart frískt lot upp í frískan vind sunnan ella av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið 7 til 11 stig.
Forsøgnin fyri næstu dagarnar:
Leygardagur
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, seinni lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og í løtum regn ella ælaveður, stundum eisini turt. Hitin 9 til 13 stig.
Sunnudagur
Fyrst lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, men sum frá líður frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Sólglottar og okkurt ælið, stundum regn og hitin 10 til 13 stig.
Mánadagur
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.
Týsdagur
Frískt lot til frískan vind vestan ella av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og turt fyri tað mesta, í støðum kanska driv. Hitin 10 til 14 stig.