Veðrið

Forsøgn galdnadi til á middegi týsdagin

 

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, serliga vestanfyri og sunnanfyri. Tó eisini skýggjað ella samdrigið og í støðum sirm, serliga norðanfyri.

Týsdag fyrrapart lot til frískt lot áleið norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum mjørki, serliga norðanfyri, og kanska eisini okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig, í nátt niður í 6 stig í støðum.