Tríggir av línubátunum hjá Joensen & Olsen
Tvørtur um brúgvarnar á trimum Seglhúsbátum
Tríggir av línubátunum hjá Joensen & Olsen liggja norðanfyri Heimarukai uttaná hvørjum øðrum. Innastur liggur Hans Erik, síðan Jógvan S og uttastur liggur Kvikk. Pison, sum liggur sunnanfyri kaiina, er ikki við á myndini.
Myndin er tikin í 1971, og tískil langt áðrenn londini fluttu fiskimørkini út á 200 fjórðingar 1. januar 1977. Tá var stórt sæð frítt at fiska allastaðni, og tá gekst væl við fiskiskapinum hjá Seglhúsbátunum, - ja, so væl, at í 1975 keyptu teir Norðaldunum frá Samvinnufelagnum, sum fekk navnið Sigurfari.
Teir smærru bátarnir - Jógvan S., Pison og Kvikk vóru allir bygdir á norskari skipasmiðju ávikavist í 1959, 1961 og 1963, meðan Hans Erik og Sigarfari vórðu smíðaðir á Skála Skipasmiðju seinast í trýssunum. Oddbjørn Vágslíð tók myndina, tá skipini lógu heima um jóltíðir í 1971.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum ´Vestmanna.