Arbeiðsmarknaður

Kristian Martin Jacobsen fingið tænastumedalju - 48 ár á MEST

Fríggjadagin 12. juli var hátíðarløta í kaffistovuni í Havn fyri Kristiani Martin Jacobsen sum fekk handað Kongsins Tænastuviðurkenning (belønningsmedalje) fyri trúgva tænastu hjá MEST í samfull 48 ár.

Nógvir fyrrverandi og verandi starvsfelagar vóru við til væleydnaðu løtuna - har røða varð hildin, nú Kristian Martin hevði fingið viðurkenning frá kongi.  

Kristian Martin byrjaði á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hon var nevnd tá, tann 28. apríl 1975 og arbeiddi sum elektrikkari øll árini fram til 22. des 2023.

Á myndini sæst Mouritz Mohr, stjóri á MEST, handað Kristiani Martini tænastumedaljuna fyri trúgva tænastu.

Medaljan og brævið sæst her