Sjómaður skaða umborð

Fekk ein wire í høvdu og bløddi illa

Klokkan 23.50 í gjárkvøldið sendi skiparin á einum partrolara boð eftir hjálp á MRCC støðina.

Ein maður umborð á einum partrolara hevði fingið ein wire í høvdu og bløddi illa.

Boðini vóru at hann mátti undir læknahond.

MRCC boðar frá, at maðurin var ikki í lívsvanda og hevur tað gott.