Gamli Vágbingur er teaturskip í Svøríki
Vágbingur varð bygdur í Portugal í 1959. Vanliga vóru um 50 mans við einum síðutrolara. Alt bleiv flakt við hond, so tað kravdi nógv fólk. Ongar flakamaskinur.
Umborð á Teaterskeppet sum Vágbingur eitur í dag er ein lítil salur, har pláss er fyri 60 fólkum. Stóri salurin hevur pláss til 180 fólk og konferansusalurin rúmar 218 fólkum.
Tann stóri salurin er har tað fyrr var saltfiskalast. Konferansusalurin er á dekkinum, sum nú er yvirdekka. Lítli salurin er uppi á brúnni.
Alt um Teaterskeppet/Vágbing er á hesi heimasíðuni START | Teaterskeppet
Stutt um Portugalstrolararnar:
Mortan Johannesen, – Mortan hjá Andriasi greiddi soleiðis frá í einum fyrilestri í Klaksvík í 2019
Síðst í 50-unum komu Portugalstrolararninr Leivur Øssursson (1959), Ólavur Halgi (1959) og Vágbingur (1960).
Brandur Sigmundarson kom í 1960 og Magnus Heinason í 1961. Magnus Heinason er síðsti síðutrolarin, sum verður bygdur til Føroya.