Myndarøð: Tá Leivur Øssursson varð handaður 1959

Keyptur til Føroya av Landsstýrinum og í 1960 av Suðuroyar Norðara Trolarafelag

Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn eigur stórt savn av myndum. Hesar myndirnar eru úr eini myndabók, tá Leivur Øssursson varð handaður.

Leivur Øssursson, TG 32, varð bygdur í 1959 í Viana do Castelo í Portugal á Estelairos Navias de Viana do Castelo skipasmiðjuni. Ein portugaltrolari.

Keyptur til Føroya av Landsstýrinum og í 1960 av Suðuroyar Norðara Trolarafelag.

Í 1962 varð skipið aftur keypt á tvingsilsuppboðið av landsstýrinum og var undir landinum fram til 1972, tá Tvøroyrar Trolarafelag keypti skipið.

Í 1986 varð Leivur Øssursson aftur keyptur av Føroya Landsstýri á tvingsilsuppboði, og seinni sama ár varð skipið selt av landinum.

Á myndunum sæst skipið, nýliga komið av skipasmiðju í 1959.

Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn