Thulesen endurnýggjaði trolaraflotan í 1970 unum
Línuskipið Jákup B og ein av trimum nýggjum hekkutrolarunum, sum vóru bygdir til Kjølbro fyritøkuna í fyrru helvt av sjeytiárunum við Kósabrúnna. Sjúrðarberg (2) kom í 1971, Sundaberg (2) í 1974 og triði Skálaberg í 1976. Allir tríggir vóru av somu stødd.
Jákup B og Klakkur vóru bygdir á norskari skipasmiðju, og komu báðir í 1960. Í 1968 varð Jákup B longdur og yvirdekkaður á Skála. Tá Jákup B hevði fingið nýggjan eigaraðir í 2003, fekk hann nýggja brúgv í tveimum hæddum umframt at aðrar umvælingar og broytingar vórðu gjørdar umborð.
Oddbjørn Vágslíð tók myndina seint í 1971, trolarin er Sjúrðarberg (2), Hinir báðir hekkutrolararnir vóru ikki komnir tá.
Tað skrivar Jákup Andreasn, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.