Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Eitt lágtrýst, 977 hPa, beint vestan fyri Føroyar gongur eystureftir í móti Føroyum og grynnist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum av landsynningi.

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Út á fyrrapartin lækkar hann niður í sunnan. Seinnapartin fer hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í kvøld og frameftir lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum eisini við vátakava ella kava. Hitin 4 til 8 stig.