Tíðindi

Veðrið -Sum frá líður samdrigið og regn úr útsynningi

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestan, 10 til 15 m/s, sum frá líður lækkar hann í vestan og minkar niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, men sum frá líður samdrigið og regn úr útsynningi.

Í kvøld lækkar hann í sunnan og minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Sum líður á náttina gongur hann upp í útsynning og veksur til strúkur í vindi ella skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og samregn.

Fyrrapartin í morgin hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum onkur sólglotti. Hitin millum 3 og 8 stig.