Tíðindi

Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað. Út á fyrrapartin eystan og hálvskýggjað og framvegis turt. Sum líður á seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, tað verður samdrigið og fer at regna. Í nátt hækkar hann upp í landnyrðing og veksur vindurin upp í ein strúk í vindi til skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin fer hann upp í norðan og minkar vindin niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og tað slítur í sum frá líður. Hitin 4 til 10 stig.