Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Ein lágtrýstøki, 965 hPa, yvir Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og dýpist. Eitt brúgvalag higani verður yvir Føroyum í dag og í kvøld.

Luftrákið við Føroyar er av útsynningi og suðuri við lýggjari og slavnari luft.

Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Sum líður á fyrrapartin lækkar hann niður í sunnan og tað verður samregn.

Í kvøld og í nátt frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.