Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn vestanífrá.

Seinnapartin og í kvøld gongur vindurin upp í vestan og útnyrðing, tað klárar í til eitt skiftandi skýloft og onkur æl. Hitin millum 4 og 8 stig.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.