Hálvdan Gudmundsen, reiðari endurnýggjar
Seinnapartin sunnudagin kom frystilínuskipið Mars á Havnina.
Nakrar justeringar og ymiskt skal gerast áðrenn Mars ferð til fiskiskap.
Har skal nýggjur krani umborð og so skal eisini sverari lína umborð. Frystaríiið umborð á Mars er ikki av nýggjasta dato, so tað fær eisini eina yvirháling.
Ætlanin er at fáa loyvi at fara á Flemish Kap við skipinum, men fyribils skal Mars fiska undir Føroyum og í altjóða sjógvi.
Mars hevur havt nøvnini Loran, Gandi, Stapin, Tromsø, Polar Ummannaq og Ummannaq.
Gamli Havbúgvan, sum Hálvdan eisini eigur, er 65 ára gamal, so hann skal avloysast av nýggja skipinum.
Myndina eigur JN.fo