Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Í kvøld gongur hann niður í landnyrðing. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, kanska løtur við sól ella sólglottum. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður, tó eisini løtur við sól ella sólglottum. Hitin millum 2 og 7 stig, í nátt niður móti frostmarkinum.