Jógvan I er eisini í Eysturgrønlandi
Teir fóru úr Føroyum 25. Mars beinleiðis til Eysturgrønlands
Teir settu fyrstu ferð Langa Fríggjadag tann 29. Mars.
Vit hava spurgt skiparan á Jógvan I, Hans Petur Samuelsenum, hvussu nógv teir hava inni í løtuni, hann sigur, at tað er uml. 130 tons og at kvotan er uml. 525 tons í rundum.
Tað eru 16 mans/kvinnur við Jógvan I.
Hans Petur sigur, at teir eru uml. 16 mans/kvinnur við Jógvan I og at teir vera í Eysturgrønlandi í nakrar vikur, alt eftir fiskiskapi.