Veðrið
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frálíður minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og sól.
Seinnapartin og í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind norðan og av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og sólglottar.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað, men enn við sólglottum. Hitin millum 5 og 11 stig, í nátt í støðum tó niður á frostmarkið.