Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi.

Út á seinnapartin minkar niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Í kvøld minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og í nátt fer hann at mala úr ymsum ættum. Hitin í dag millum frostmarkið og 5 stig; í nátt úr frostmarkinum upp í 3 stig.