Fyrsta tøkan hjá Nordic Aqua Partners hilnaðist væl
Landalingin hjá felagnum stóð royndina væl og virðiliga, nú tey hava havt fyrstu tøkuna.
Landalingin hjá felagnum Nordic Aqua í Kina, sum føroyingurin, Ragnar Joensen, stendur á odda fyri, stóð royndina væl og virðiliga, nú tey hava havt fyrstu tøkuna.
Landalistøðin, sum liggur nærhendis Shanghai, fyllir eitt øki, sum er til støddar sum seks fótbóltsvallir, og alingin fer fram í fleiri stigum.
Ragnar Joensen var fyrst nevndarformaður, men er nú stjóri fyri stóru royndini við landaling í Kina. Og fyrsta tøkan hilnaðist sambært føroyska stjóranum væl.
- Vit hava tikið fimm tons av laksi frá virkinum hjá okkum í Kina. Góðskan var sera góð, og fiskurin vigaði nógv. Fellið frá smolti til tøku lá undir tveimum prosentum, so tað hevur gingið øgiliga væl. Vit ætla at uppstiga tøkuna viku fyri og viku, og væntandi verður tøkan millum 70 til 80 tons um vikuna, sigur stjórin, Ragnar Joensen.
Landaling er dýrari enn havaling, men afturfyri er tað lættari at stýra viðurskiftum sum sjúku og lús. Tey í Nordic Aqua eru í øllum førum nøgd við fyrstu úrslitini.
Hóast alibrúkið longu er stórt, verður arbeitt við at byggja tað út, og á økinum, sum Nordic Aqua hevur til taks, er pláss fyri at ala heilt upp í 20.000 tons av laksi.
- Vit arbeiða við at gera klárt til útbygging, sum skal tvífalda tøkuna frá 4.000 til 8.000 tons. Fyri at fáa tøkuna frá 8.000 til 20.000 tons krevst enn ein útbygging, og hesum arbeiða vit eisini við. Men endaliga fíggingin er ikki tøk í løtuni, sigur føroyski stjórin í Nordic Aqua Partners.
Allur laksurin er til kinesiska marknaðin, so hóast landalingin er dýrari enn havaling, gevur tað meining, tí marknaðurin er í nærumhvørvinum.
- Vit hava nokk av keyparum í nærøkinum. Tú skalt bara koyra smáar fimm tímar frá virkinum, so búgva hundrað milliónir fólk. Tað er gamaní nakað dýrari at ala á landi, men samstundis sleppa vit undan einari rúgvu av flutningskostnaðum.
Tað skrivar Hilmar Jan Hansen á kvf.fo