Henny arbeiðir á Fiskavirkinnum í Gøtu
Verkafólkavagin hesaferð er Henny Abrahamsen á Fiskavirkinnum í Gøtu
Henny er 37 ár, og er úr Fuglafirði. Hon arbeiðir á Fiskavirkinum í Gøtu og har hevur hon verið síðan 2015
Á virkinum hevur Henny tað, sum kallast “innaneftirlit” í pakkirúminum, um hendi. Tað vil siga, at hon tekur stikkprøvar av pakkunum, og kannar, um alt er í ordan. Um tað ikki er, so verður tað niðurskrivað og so tryggjar hon, at tað kemur í rætt lag
Henny trívist væl á flakavirkinum, og eru tað serliga starvsfelagarnir, sum ríka arbeiðslívið hjá henni Har er góður stemningur og góður felagsskapur, serliga í pakkirúminum, og øll tosa altíð væl saman og kunnu sparra um tingini
Í forleingilsi av hesum, er tað samstundis avbjóðandi, at man ikki kann samskifta so væl við altjóða arbeiðsfólk. Summi teirra tosa hvørki føroyskt ella enskt, og tá má man finna uppá alternativ samskiftirhættir. Men tað gongur altíð, ikki tað
Takk fyri, Henny, at tú vildi mynda Verkafólkavangan Og vit ynskja tær alt tað besta
Somuleiðis fara vit við hesum at ynskja øllum limum okkara ein góðan flaggdag í morgin
Tað skrivar VERKAFÓLKAVANGIN hjá Føroya Arbeiðarafelag á facebool-vanga sínum