Fakfelagssamskipan í Norðurlondum stýrisfund í Føroyum.
Mikudagin vóru leiðslurnar í fakfelagssamskipanum í Norðurlondum, NFS í Føroy.
Sí myndarøð
Hetta er fyrstu ferð, at NFS hevur hildi stýrisfund í Føroyum.
Undan fundinum vóru tey á vitjan við vindmyllurnar í Húsahaga, har umboð fyri SEV greiddu frá grøna orkuskiftinum og starvsfólkapoltikkinum á senior økinum.
Seinni um dagin vóru tey í Løgtinginum, har Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, greiddi frá søgu Løgtingsins og eitt sindur um føroyskan politikk. Eisini vitjaði stóri hópurin skrivstovuna hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag og á Bakkafrost.