Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Lot til frísku lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.

Fyrrapartin fer ættin upp í útnyrðing, og tað slítur í.

Seinnapartin og frameftir frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í dag upp í 8 stig; í nátt niður í frostmarkið.