Tá línuskipið Nólsoyar Páll var í havsneyð (2:2)
Páskaaftan í 1967 legði línuskipið Nólsoyar Páll frá landi, ávegis til Grønlands á saltfiskaveiðu. Við skipinum vóru 26 mans.
Páskadag, um sekstíðina á kvøldið, var Nólsoyar Páll komin 150 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Hann var landnyrðingur í ættini við nógvum vindi og kavaroki. Við eitt reistist ein ógvuslig alda yvir stýriborðsloring.
Aldan mentist og við eitt breyt yvir skipið. Tá avfjaraði, lá Nólsoyar Páll 70 stig í bakborð. Lastin hevði skotið seg. Støðan var hættislig og skipið sendi út neyðarkall.
Tað var fjáltur á manningini og teir ivaðust, um teir komu frá hendingini við lívinum.
Aldurnar vóru stórar og vindurin nógvur. Spurningurin var ikki um, men nær, skipið fór runt.
Luttakarar: Jaspur Kruse, dekkari á Nólsoyar Páll Jógvan Finnur Tungá, dekkari á Nólsoyar Páll Jallgrím Jacobsen, messur á Nólsoyar Páll Heri Olsen, lærlingur á Tórshavn Radio Hanna Jørgensen, kona ein av manningini, ið gekk burtur Hans Egholm hevur lagt sendingarnar til rættis.
Úr bandasavnið útvarpsins