Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Í kvøld veksur vindurin upp í eitt frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og sum frá líður regn.

Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn.