Bjarni Djurholm
Ein skandala.
Í hvørja kurv leggja vit okkara egg?
Seinastu tvær vikurnar hava tveir russarar ligið við bryggju í Kollafirði, eitt fraktskip og ein yvirstórur trolari.
Kranarnir standa uppi á skipunum, men teir hava havt avmarkað virksemi.
Í morgun (flaggdagin) eru fimm russarar við bryggju í Kollafirði.
Tvey farmaskip og tríggir stórir trolarar.
Hvat hendir? Eru vit til tað turra grin?
Hesi fiski- og hernaðarskip (samb. dekret frá Putin) gera akkurát sum teimum lystir.
Her eru fleiri enn nakrantíð, alt meðan russar fongsla, myrða, lúgva og jagstra.
Jarðleggja Ukraina, hótta heimin við kjarnorkukríggi (Medvedev, lærhvølpur Putins) og eru upphavið saman við Iran at forkoma Ísrael umvegis Hamas í Gaza.
Hálsfevnast við hópdrápsmenn sum Kim Jung Un, Bashar al-Assad, Ebrahim Raisi (Iran), Ramzan Kadyrov, Aleksandr Lukasjenko, Khaled Mashal (Hamas), umframt hópin av korruptum leiðarum runt heimin - ikki minst í Afrika.
Hvat kann gerast? Hvør hevur ábyrgdina? Hevur Løgtingið ikki samtykt, at hetta ber ikki til?
Meini so við, er lóg ikki lóg, og hvør..... LES ALT HER jn.fo | Ein skandala.
Myndin eru tiknar á middegi í dag, flaggdagin 2024