Emerald inni í Tromsø

Við 1.000 tonsum av rækjum

Seinasta sunnudag var ein av nýggjastu trolarunum í flotanum, Emerald, inni í Tromsø við 1.000 tonsum av rækjum. Alt er veitt í Barentshavinum.

Teir byrjaðu hendan túrin 26. februar. 20 mans eru við.

Nýbygdi Emerald, kom á Havnini 13.juli í 2023.

Tað gekk illa í byrjanini, tí teir vóru fleiri túrar, undir Føroyum, har útgerðin var roynd. Fleiri justeringar blivu gjørdar áðrenn teir at enda fóru fyrst túrin. 

Emerald er bygdur til at fiska rækjur og botnfisk. Umborð er eisini møguleiki at framleiða mjøl og lýsi.

Mynd Birgir Waag Høgnesen