Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot til frískt lot sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn í flestu støðum kring landið. Í støðum ælaveður.

Út á fyrrapartin frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, klárari og ælaveður.

Seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn.

Í kvøld hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Fram ímóti midnátt frískur vindur til hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.

Í morgin ári strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.