Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Fyrst skýggjað og kavi, men sum frá líður klárnar. Hitin millum -4 stig og frostmarkið.

Seint í kvøld veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í nátt upp í hvassan vind ella í støðum skrið, 18 m/s. Sum frá líður verður samdrigið og í nátt verður regn ella í støðum vátaslettingur vestaneftir. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.

Leygardag fyrrapart frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn ella í støðum vátaslettingur. Hitin millum 4 og 8 stig.