Tíðindi

Veðrið

Forsøgnin fyri dagarnar fram til mikudagin

Leygardagur, tollaksmessudagur:
Lítið lot eystan ella av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og ælaveður.

Um kvøldið veksandi upp í frískan vind upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og kavaæl.

Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, í støðum um náttina kanska nøkur stig kaldari.
 

Sunnudagur, jólaaftan:
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og kavaæl. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, samdrigið og avfall, norðanfyri kavaavfall, sunnanfyri regn ella vátakavi. Um kvøldið gongur hann í útnyrðing, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og kavaæl kring alt landið. Jólanátt lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
 

Mánadagur, jóladagur:
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður við kava ella vátakava. Seinnapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Um náttina frískur vindur upp í ein strúk norðan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og ælaveður við kava ella vátakava. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 5 hitastig.
 

Týsdagur, 2. jóladagur:
Frískur vindur upp í ein strúk norðan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og ælaveður við kava ella vátakava. Seinnapartin minkandi vindur. Um kvøldið og náttina eitt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 5 hitastig.
 

Mikudagur:
Lítið lot norðan og av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt kavaælið. Hitin úr frostmarkinum og upp í 4 stig.