Tíðindi

Torradagar í Klaksvík: Søgur av Flemish Cap

Ein greiðir frá, at teir fóru avstað undan jólum, og vóru ikki heima aftur, fyrr enn eftir Norðoyastevnu

Torradagar í Klaksvík 13. - 19. februar 2017

http://www.klaksvik.fo/index.asp?pID={EFA98FC1-6131-41A9-9872-99CD91F95508}

Søgur av Flemish Cap

Miðhøllin á Skúlatrøð – Leygardagin 18. februar kl. 15.00

Fiskiskapur við Flemish Cap og her um leiðir er ein serligur kapittul í fiskivinnusøgu Klaksvíkar, har fleiri skip higani og nógv ungfólk higani og aðrastaðni við byrjaðu sjólív sítt so ungir sum 14 ár gamlir – sjálvandi saman við øðrum royndum skilamonnum, sum dugdu alt leggja teimum ungu lag á.

Men tó kann man ikki taka seg aftur í, at hetta var til tíðir eitt hart lív og onkuntíð vóru túrarnir rættiliga drúgvur uppí hálvt ár. Ein greiðir frá, at teir fóru avstað undan jólum, og vóru ikki heima aftur, fyrr enn eftir Norðoyastevnu, mistu á henda hátt tríggjar ”høgtíðir”, sum vóru teimum kærar.

Her eru mangar søgur at siga frá - eisini um, tá ið teir vóru inni eftir úgerð í New Foundlandi, St. John, Harbor Grace, St. Pierre og har um vegir.

Flemish cap-siglarir hetjur

Á FaceBook er ein bólkur sum eitur “Flemish Cap siglarar (saltfisk)”, har verða søgur sagdar og minnir vend við myndum. Her skrivar m.a. Magni Ósá soleiðis:

”Ótruligt so fáar myndir eru frá fyrst i 60'inum. Nógvar myndir frá teimum, sum sigldu við yvirdekkaðum bátum seinri. Onki ringt um tað...Vit við teimum opnu bátunum, sum fóru inn at taka útgerð í St. John ella Harbour Grace, har svelgið var undir í sjógv, og so at fara út á Flemish Cap ella Grand Bank, og ofta sjask veður, var ikki altíð tespuligt. Óansæð, so eru Flemish cap-siglarir hetjur í mínari bók”...

Frásøgur í Miðhøllini

Kjartan Kjartanson, stýrimaður, sum hevur siglt nógv, og verið fleiri túrar á Flemsih Cap, sigur frá søgum av Flemish Cap.

Sigmar Bláberg, rithøvundur, sum hevur skrivað tvær bøkur um stállínuskipini og í hesum sambandi eisini um Flemish Cap, sigur frá skipum á Flemish Cap – og hesum serliga tíðarskeiði annars.

Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður – “Tónleikur, móti og prát frá Flemish Cap” – hevur samrøðu við menn, sum hava roynt seg á Flemish Cap.

Filmur av Flemish Cap

Zacharias Hammer, lærari og filmsmaður, hevur klipt gomlum 8 mm filmsbrot saman, sum vit sleppa at síggja, har Heri Olsen er sakkønur frásøgumaður og sigur frá hendingar á filminum. Heri fór sum 14 ára gamal yvir á Flemich Cap.

Talan er um tíðarskeiðið frá umleið 1965 til 1984 á Flemish Cap og í Newfoundlandi. Víst verður ein 20 min filmur við nógvum áhugaverdum frá heisi tíðini.

Vit síggja lívið umborð - á dekkinum í góðveðri og í ódnaveðri, draga og seta línu, eru í egningarskúrinum. Á kømurnum hjá manningini, har teir hildu nógv til, tí uppihaldsstovur vóru ongar. Fylgja hagreiðingini av fiskinum v.m.

Myndir frá, tá ið teir eru inni í Harbour Grace, har vit síggja býin og vitja handlar og vertshús. Eisini frá einum túri í St. John.

Vit hitta gomlu skrivstovukvinnuna hjá felagnum, sum tók sær av føroysku línuskipunum í New Foundlandi. Hon sigur okkum frá, tá ið hon hjálpti føroysku sjómonnunum at keypa klæðir o.a. heim við sær aftur.

Seksti og sjeyti ára tónleikur, ið menn høvdu við sær heim úr New Foundlandi verður at hoyra í filminum.

Frásøgumaðurin Heri Olsen, sum fór14 ára gamal yvir á Flemich Cap, sigur, at hetta gjørdist ein hendingaríkur túrur hjá honum. Hann veit frá mongum at siga og hevur sjálvur tikið nógvar myndir á sínum túrum á Flemich Cap.

Stutt brot frá fiskarínum har yvir í ár og í fjør eru tikin við.

Talan er um ein Zacharias Hammer-filmur, sum tó enn ikki er heilt liðugur kliptur. Men verður væl longri og kanska meira fínkliptur seinni, tá ið hann er liðugur vónandi í heyst, sigur Zacharias Hammer.

Aftaná framløgur og film í miðhøllini á Skúlatrøð, leygardagin í Torravikuni, verður boðið til ein kaffinumm og sjómansprát av Flemish Cap – Eisini til ein brellbita av Flemish Cap – saltfiskasneisar – afturvið.