Tíðindi

Nevið Reyða settur í stand í Grenå

1972

Nevið Reyða settur í stand í Grenå

Tað var so sum so við nútímansgerð av útróðrarbátunum í Klaksvík í trýssunum, og serliga gomlu bátarnir, sum vórðu bygdir í Danmark eftir seinna kríggj, trongdu til eina bøtandi hond.

Á sumri í 1972 fóru Nevið Reyða og tveir aðrir bátar niður til Grenå, har allir bátarnir fingu nýggjan motor, og tveir teirra eisini nýtt stýrhús. Nevið Reyða, sum sæst á myndini, var sum nýggjur, tá hann var liðugt umvældur, og klárur at fara aftur til Klaksvíkar.

Nevið, sum hann vanliga varð kallaður, varð bygdur í Struer í Danmark í 1947, og keyptur til Sandvíkar sama árið, har hann fekk navnið Stattur. Í 1952 keypti Kjølbro bátin á tvingsilssølu, og tá fekk hann navnið Nevið Reyða. Síðst í 1960 unum keyptu Petur Svøðstein og Niclas Niclasen bátin frá Kjølbro fyritøkuni. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen