Tíðindi

Hví tekur Havstovan næstan altíð feil

Eyðun Hansen, Vestmanna skrivar

Eg fekk ongantíð svar uppá  hesar spurningarnar, tí Havstovan hevur ikki ánilsi av tíð, og nógvum afturat, tildømis hvar kom tann stóri toskurin á bannkanum frá, har  var ongantíð nakar yngul ella  smáur toskur ella hýsa, ein stovnur  sum tekur feil 60 til 70 % av øllum stovnsmetingum teir koma við, gerða meira skaða enn gagn, øll sum fylgja við vita at tað eru nógv fleiri dømir.

Her eru 2 dømir frá toskinum á Føroya banka
https://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=826&catid=7&Itemid=180

https://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=919&catid=7&Itemid=180

Hvar kom fiskurin frá
Føðin sveik seinast í 80inum, og fyrst í 90inum var ongin toskur, hýsa ella upsi, at fáa við Føroyar, og gýtingar stovnurin, hevði ongantíð verði so lítil tey seinastu 100 árini. Men í 1994 til 97 kom nógvur 50-80 cm toskur inn á Føroysku grunanar.

Fiskifrøðingar søgdu í 95 at tað var nógvur toskur her. Men onga frágreiðing hví ella hvar toskurin kom frá.

Fiskifrøðingar hava síðani 2005 at gýtingar stovnurin av toski er søguliga lítil. Men í 2010-11 bleiv so ónatúrliga nógv av 1 og 2 ára gomlum smáfiski W- og N-fyri, sí kunngerð 94 frá 2011. Har blivu fleiri stór økið stongt í nakrar mánaðir. Tí at útróðrarbátar fingu so nógvan smáfisk har. Tað er einastu ferð, at eitt økið er friða fyri húk, vegna ov nógvan smáfisk. Aftaná eitt langt liggjandi illveður á heysti í 2011, var allur fiskurin burtur. Á sumri 2015 byrjaðu snellu og trolbátar aftur at fáa góðan og feitan fisk, sum var 50 – 75 cm langur, og nakað av størri fiski. Fleiri útróðrarmenn halda at tað er hesin fiskurin sum er komin aftur nú

Eitt sum er áhugavert er at nógvur svartkalvi bleiv at fáa á djypri vatni 2-3 ár áðrenn fiskurin kom aftur í 1994 og eisini nú.

Yvurfisking hevur altíð fingið skyldina. Men aftaná at flotin næstan er burtur, byrja fiskifrøðingar at lurta eftir fiskimonnum, og eisini kanna natúr viðurskiftini.

Um man hyggur fleiri 100 ár aftur í tíðina, so sær man ár góð fiskiár og ár við fiskaloysi. Tað vísir seg at, tað eru bert onkrir góðir árgangir, sum koma undan. Kanska 1 - 2 av hvørjum 10. Og tað er sum oftast tá gýtingar stovnurin er sera lítil.

Nakrir spurningar, ið eiga at verða kannaðir betur.

Vóni at Havstovan kemur einum við svarið
- Etur makrelurin yngulin?
- Etur sildin eggini?
- Reka egg og yngul við streyminum og blíva burtur?
- Er tað hitin í sjónum, sum er galið við?
- Hvar bleiv smáfiskurin av, sum var her í 2011? - Fiskurin er stórur og feitur hvar hevur hann fingið føði? - Er tað føðin sum toskurin nú komin aftur eftir ?

Vestmanna 27. 01. 2016
Eyðun Hansen

Tá Vesturfarið kom í toskarok í 1994
Øll vita av, at fiskaríði hevur verði vánaligt seinastu 10 árini. Nú sær betur út við toska fiskaríðnum og veiðitrýsti er so at siga onki. Meiningin við fiskidagaskipanini var frá byrjan av, at fiskidagatalið ikki skuldi broytast á hvørjum árið, men Havstovan royndi frá fyrsta árið at broyta skipanina.

Vesturfarið var keypt til Vestmannar í dec 1993. Eftir drúgva umvæling av motorinum, var fari, 15.04.1994, royndartúr N W úr Mýlingi. Teir vóru einasti trolbátur sum var úti tá, hinir lógu allir inni vegna fiskaloysi.

Vesturfarið fiskaðu í 1½ døgn 18,5 tons av góðum toski. Royggi á toskinum var myrkt. Tað var ringt at kryvja, av tí at nakað av smásteinum vóru í maganum á fiskinum. Eina viku seinni vóru ongir smásteinar í maganum. Tað er gomul vitan, at tá ið toskur hevur steinar í maganum, er hann komin úr dýpinum ella áðrenn hann fer av grunninum.

Vesturfarið var fyrsta skip, sum fekk tosk tá ið toskurin kom aftur í 1994. Aftaná fóru allir trolbátanir út og í rokfiskaríð. Síðani fingu eisini partrolarnir rokfiskaríð. Onkur sigur at tað var gott fiskarí N í geiranum dec.93, men tað vigraði illa. Eg kenni ov lítið til línu, men havi hoyrt at tað seinni bleiv gott fiskaríð hjá teimum. Hesi tvey seinastu eri eg farin at kanna meira.

Eg havi eisini tosa við ein kendan útróðrarmann, sum segði at í sep 93 settu teir 24 stampar á 5 stk, W, fyri tað vóru 18 hýsur á og nakrir smáfiskar. Teir landðu 44 pund, 1,9 pund uppá stamipin.Tað var ikki fyri agn. Síðani var fari við snellu. Eg fái meira at vita frá honum
Havstovan manglar nógva vitan har, og hetta skuldi verði kanna nú av tí at toska fiskaríði er í stórari uppgongd nú. Hvar kom toskurin frá? Og hvar kemur hann frá nú ?

Einasti møguleiki fyri at fáa javnt fiskaríð, er at tað er nógv føði altíð.

Fyrst í apríl 1994 var ongin trolbátur úti, vegna fiskaloysi

Eyðun Hansen
Vestmanna 23 07 2015

Eyðun Hansen updated the description.
Fyrisitari
Top Contributor
 · 6. August 2014 ·
 
Eg vil stovna hendan bólkin,fyri at fáa fiskimenn at siga frá tá ið fiskurin kom aftur.

Og hvussu tað riggaði við at kvota var sett á.

Í 2014 stovnaði eg hendan bólkin
Í 1992 søgdu fiskifrøðingarnir, at fiskurin ikki kom aftur fyrr um eini 5-6 ár, men hettar fingur teir ikki rætt í, tí fiskurin kom aftur í apríl 94. Tað bleiv nógvur toskur.

Hesin eg havi tosa við sigur, at teir koyrdu út á Nevinum, suður ígjøgnum Eystara kant og vestureftir sunnanfyri kassan, 60 gradir 41, á Munkagrunninum. Hettar var seint á summarinum og teir fingu skít fult av toski. Støddin var 2 og 3-arir. Tað bleiv selt í Schrabster og fingu teir kr. 12 fyri kg.

Í 1995 royndu teir á Suðuroyarbanka, har fingu teir 100 kassar av toski í hálinum og væl av upsa var eisini í.

Tað bleiv fiska á uml. 100 til 200 favnar dýpi og hesin fiskurin var myrkarin enn hann annars plagar at vera.

Spurgdi viðkomandi, um tað er av ovurfisking at eingin fiskur er at fáa í dag? Svarið var klárt og tíðiligt NEI. Hann meinar at orsøkin er, at alt ov stórur partur av føroyagrunninum er stongdur, tað eru eingi økir at fiska á longur. Og í´80 vóru nógv fleiri skip sum fiskaðu afturímóti nú. Hann helt, tað mundi vera fiska við eini 70 trolum í senn fyrr, og tað eru bert 9 torl í dag, so illa ber til at samanbera nú og tá. Tað er heldur eingin sum veit um fiskurin veruliga er burtur, tí eingin sleppur inn á tey stongdu økini at royna.

Lurtaði á Norðlýsinum eftir sendingini, sum var frá fiskivinnufundinum á Sjómannadegnum. Har hoyrdi eg fiskifrøðing siga at eingin visti av, at fiskurin kom aftur í 1994. Hettar er ikki rætt sum hann sigur. Í des. 92 var ein grein í Sosialinum við mær og Helga Fossdal, har vit vildu vera við at fiskurin fór at koma aftur skjótt, tí tað var so nógv æti í sjónum. Tað gekk uml. 1½ ár, so var toskurin aftur. Fiskiføðingarnir skrivaðu aftur ímóti okkum, at stovnarnir vóru so nógv niðurfiskaðir, at tað fór at ganga minst 5 ella 6 ár áðrenn fiskastovnurin kundi koma fyri seg aftur.

Síðst í ´80 og fyrst í ´90 var einki æti at síggja á ekkoloddinum. Tað samsvarar við, at tað var lítið av fiski fáa tá og at í ´92 var nógv æti at síggja og fiskurin kom aftur.

T.v.s. At tað er náttúruviðurskiftini sum hevur støðsta týdning fyri hvussu fiskaríði er.

Eg havi tosa við nógvar menn og teir siga ALLIR at teir vænta at fiskurin kemur skjótt aftur. Allir siga orsøkina til teirra meting vera, at tað er nógv æti og nógvur fuglur er at síggja aftur.

Spurdi teir eisini, um tað var eitt gott hugskot at goyma toskin, tá nogv er til? Fleiri trektu uppá smílibandi og onkur flenti. Eingin helt at hettar ber til. Teir halda at tað er at fiska toskin tá hann er her, tí vit vita ikki nær æti ikki meir. Toskurin sum alt annað ferðast har har sum æti er.

Ein fortaldi, at hann hevði lisið, at í 1620 høvdu prestar biðji um størri garðar, orsaka av”dårligt fiskeri” Tað hevur neppa veri av yvirfisking.

Tað var lítið av fiski at fáa mitt í ´70 , men onkur hevur sagt mær, at nógvur fiskur kom aftur í ´78.

Eg kundi hugsa mær at fingið meiri at vita um hettar, so tað hevði verið gott um fortaldi mær okkurt.

Eyðun Hansen
Vestmanna