Tíðindi

Gadus siglir heim úr Barentshavinum

Teir hava haft onkrar avbjóðingar á túrinum.

Teir hava haft onkrar avbjóðingar á túrinum. Skipið hevur sum heild riggað væl, men teir vóru noyddir at fara til lands, tá ið ein hátrýstpumpa gekk fyri.

Nýggjasti flakatrolarin í flotanum, Gadus, royndi í norskum sjógvi, tætt við Bjarnaoynna, um nýggjársleiti.

32 mans eru við Gadus hendan túrin. 

Tað er  Ólavur Biskopstø sum er skipari hendan túrin.

Sum skilst eru teir á Klaksvík seint sunnudagin.