Tíðindi

Borgarstjórin í Vestmanna vald í "grunnin Ólavur VN 138"

Grunnurin skal seta "M/S Ólavur" í uppruna stand

Tann 24.januar samtykti Vestmanna Bygdarráð, at velja borgarstjóran í grunnin fyri Ólavur VN138.

Grunnurin fyri Ólavur VN138 hevur til endamáls at seta søguliga træskipið "M/S Ólavur" í uppruna stand.

Tað var kvøldið fyri bygdarráðsfundin, at stigtakari fyri grunnin, í telefonsamrøðu heitti á Bygdarráðið um at velja eitt umboð í stýrið, áðrenn stovnandi aðalfundin hjá grunninum.

Bygdarráðið samtykti einmælt at velja borgarstjóran í stýrið.