Tíðindi

Á Gøtuvík við fyrrverandi borgarstjóranum við róðrið

Spurdur um hann er heilt liðugur við politikk, so er hann eitt sindur meira varin at svara

Í góðveðrinum herfyri var Eysturoyarportalurin, saman við Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóra, á Gøtuvík við bátinum Breiðbløku hjá Ocean Rainforest.

Jóhan starvast í dag hjá Ocean Rainforest, sum arbeiður við aling og framleiðslu av tara.

Eysturoyarportalurin var við, tá ið hann saman við trimum starvsfelagum vóru og settu sáddar línur út á Gøtuvík.

Hetta er tíðin tá ið línurnar verða settar út. Í mai mánaða og fram til í november verður skorið, sigur Jóhan, sum er rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest.

Jóhan Christiansen er ikki heilt ókendur. Hann sat sum fyrsti borgarstjóri í nýggju samanløgdu Eysturkommunu, frá 2008 og fram til 2020. Áðrenn tað, sat hann í bygdarráðnum í Leirvík í fýra ár.

Hann gjørdi greitt áðrenn síðsta kommunuval, at hann fór ikki at stilla uppaftur eftir 16 ár í kommunalpolitikki. Harav 12 ár sum borgarstjóri.

Eg stórtrívist í hesum arbeiðinum sum eg havi í dag. Her sleppi......LES ALT HER  Á Gøtuvík við fyrrverandi borgarstjóranum við róðrið - Eysturoyarportalurin (eyp.fo)

Myndina eigur eyp.fo, har enn fleiri myndir eru.