Tíðindi

Veitir tænastur til alivinnuna

Norski báturin Multi Server, verið í Føroyum og arbeitt

Síðsta hálva árið hevur norski báturin Multi Server, verið í Føroyum og arbeitt. Báturin er serbygdur til ymiskar tænastur í alivinnuni.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. Myndina eigur MJ-myndir.

-Vit komu til Føroyar við bátinum siðsta summar. Tað er alifyritøkan Mowi, sum hevur gjørt eina fimm ára avtalu við FSV Group, um leigan av Multi Server. FSV Group hevur 22 bátar av hesum slagnum, sum verða leigaðir út til ymiskar alifyritøkur. Tað sigur skiparin Rolf-Einar.

-Hesir bátarnir eru serbygdir til ymisk arbeiðir í alivinnuni. Teir hava tveir stórar dekskranar, sum kunnu lyfta nógv. Harafturat hava teir tveir motorar á 350 HK, við tveimum skrúvum og síðuskrúvir. Tí orka teir væl at sleipa og eru góðir at manerera við. Eisini hava teir ymiska aðra útgerð til aliarbeiði, sigur maskinmeistarin, Jørn Tore.

-Vit eru tveir mans við Multi Server, og tað er nógv mikið til tað vanliga arbeiði. Tá serstakar uppgávur eru, lána vit ein mann frá Mowi. Vit arbeiða har Mowi hevur alibrúk, og tað er her í Sundalagnum, á Oyndafirði og á Sandsvág, sigur Rolf-Einar.

-Vit eru fýra mans, sum eru knýttir at Multi Server. Vit eru tveir umborð í senn og eru ein mánað umborð og hava so frí í ein mánað. Vit flúgva millum londini og tað riggar væl, sigur Jørn Tore.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og heilsaði uppá normennirnar, meðan báturin lá í Haldórsvík.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.