Arbeiðsmarknaður

Ivan Niclasen fer aftur í starvi sum programmfólk -

 

Kringvarpsstýrið hevur sent soljóðandi tíðindaskriv út til fjølmiðlarnar:

Í Kringvarpsstýrinum sita Rógvi Olavson, formaður, Mathea Hilduberg, næstforkvinna, Gunvá við Keldu, stýrislimur, Michael Koba, stýrislimur, Høgni Reistrup, stýrislimur og Annika Eidesgaard, stýrislimur.

Kringvarpsstýrið gjørdi í dag (les í gjár 12. Des. 2024) eina avtalu við Ivan Niclasen um, at hann fer úr stjórasessinum í Kringvarpi Føroya. Ivan Niclasen verður komandi mánaðirnar ráðgevi hjá leiðsluni á stovninum, og fer síðani aftur í starv sum programmfólk, haðani hann hevur verið í farloyvi.

Kringvarpsstýrið hevur havt eitt gott samstarv við Ivan Niclasen seinastu árini. Hetta var orsøkin til, at stýrið í 2023 longdi sáttmálan við Ivan Niclasen við tveimum árum. Tí harmaðust allir stýrislimirnir stórliga um málið um frítøku av kringvarpsgjaldi, sum kom undan kavi síðst í november. Eftir at hava sett seg væl inn í málið, gjørdi stýrið av at enda samstarvið við kringvarpsstjóran. Nú er fráfaringaravtala gjørd, sum báðir partar eru væl nøgdir við.

Stýrið tók eina avgerð, sum fyrst og fremst tekur hædd fyri kringvarpslógini, har tað stendur, at øll, sum hava fylt 24 ár og sum eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald. Stýrið hevur til uppgávu vegna politisku skipanina at tryggja, at Kringvarpið heldur kringvarpslógina. Avgerðin var eisini tikin við atliti at føroyska kringvarpsgjaldaranum, trúvirðinum og virkisførinum hjá stovninum og fyri at seta fordømi fyri, at tað í framtíðini ikki skal bera til at hótta seg til at sleppa frá at rinda kringvarpsgjald.

Sama dag sum málið kom fram, tann 27. november 2024, gav stýrisformaðurin boð um, at avgerðin um at frítaka viðkomandi borgara fyri kringvarpsgjald, skuldi ógildast. Boð vóru send til Taks um hetta alt fyri eitt.

Starvsfólkini í Kringvarpinum missa Ivan Niclasen sum stjóra, men tey fáa hann aftur sum starvsfelaga. Ivan Niclasen hevur nógv ár á baki, fyrst í Sjónvarpi Føroya frá 1992 og seinni í samanlagda stovninum Kringvarpi Føroya, har hann hevur virkað sum stjóri frá 2018. Ivan Niclasen verður til taks sum ráðgevi hjá komandi kringvarpsleiðslu, sum uttan iva fær stóran ágóða av hesum.

Kringvarpsstýrið vil við hesum takka Ivani Niclasen fyri samstarvið.