Øll sildin kann fiskast í norskum sjógvi
Føroyar og Noreg hava í dag skrivað undir strandarlandasemju um at býta norðhavssild.
Dennis Holm, landsstýrismaður, góðkendi semjuna eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd.
Sambært semjuni fáa Føroyar 10 prosent av mest loyvdu veiðu (MLV) og Noreg 64,18 prosent av MLV.
Taka felags ábyrgd
Við hesum taka Føroyar og Noreg í felag ábyrgd til tess at minka trýstið á norðhavssildastovnin og virka í felag fyri at tryggja, at norðhavssildastovnurin verður umsitin á burðardyggan hátt í framtíðini, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í tíðindaskrivi. Tilsamans hava Føroyar og Noreg saman minkað ovfiskiskapin 22,82 prosentstig
Aftrat strandarlandasemjuni hava Føroyar og Noreg gjørt semju um, at føroysk skip kunnu fiska alla føroysku norðhavssildakvotuna í norskum sjógvi, meðan norsk skip sleppa at fiska 17,5 prosent av mest loyvdu veiðu av svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Tað skrivar kvf.fo