Føroyski maturin er góður
Tveir pakkar undir trænum
- Tá vit komu umborð hesaferð, høvdu vit norskan jólamat við, so sum “pinnekjøtt, lutefisk” og annað. Føroyski maturin er góður, men ikki nóg góður til jóladagarnar, tí tá skulu vit eta norskan mat, sigur Rolf Einar brosandi.
Tekstin eins og myndirnar eigur Føroyska Sjómansmissiónin.
Á myndini eru tað -Torleif Johannesen, sjómanstrúboðaði, her saman við teimum báðum Rolf Einari og Espen umborð á Multi Server sum liggur í Oyndafirði (Mynd: Sjómansmissiónin)
Tá vit komu umborð hesaferð, høvdu vit norskan jólamat við, so sum “pinnekjøtt, lutefisk” og annað. Føroyski maturin er góður, men ikki nóg góður til jóladagarnar, tí tá skulu vit eta norskan mat, sigur Rolf Einar brosandi.
Øll kunnu ikki halda jóla og nýggjár saman við familju og vinum. Heldur ikki øll hava stóra familju ella nógvar vinir rundan um seg um hátíðina.
Hóast teir als onga neyð hava, so er tað støðan hjá monnunum umborð á Multi Server. Alifelagið Mowi, hevur leigað bátin úr Noregi, sum hjálparskip í alivinnuni.
Teir koma at halda jól umborð í onkrari av føroysku havnunum.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Multi Server í Oyndafirði í dag. Hann fekk gott prát við manningina, sum telur Rolf Einar, sum er skipari og Espen, sum er maskinmaður.
Tá greitt var, at teir koma at halda jól og nýggjár umborð, var tað gott at trúboðarin hevði nakrar jólapakkar eftir.
- Vit koma at halda jól umborð. Hóast jólini verða frídagar, so ynskir reiðaríið, at báturin ikki liggur mannleysur. Teir ynskja í minsta lagið, at ein er umborð, og tá vit bara eru tveir, so verða báðir umborð. Tað sigur skiparin Rolf Einar.
- Vit hava ikki prýtt nógv umborð nú jólini nærkast. Vit hava tó keypt eitt lítið jólatræð, sum stendur í einum vindeyga. Tá vit komu umborð hesaferð, høvdu vit norskan jólamat við, so sum “pinnekjøtt, lutefisk” og annað. Føroyski maturin er góður, men ikki nóg góður til jóladagarnar, tí tá skulu vit eta norskan mat, sigur hann brosandi.
- Vit eru sera takksamir fyri vitjan frá Føroysku Sjómansmissiónini og fyri pakkarnar. Tað er hugaligt at fáa vitjan, tí tað kann verða eitt sindur einsligt umborð, tá vit bara eru tveir. Tá arbeiðið krevur ein mann afturat, læna vit ein frá Mowi, sigur Rolf Einar.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.