Arbeiðsmarknaður

Slóðbrótandi semja um arbeiðstíðsreglur

Høvuðskravið um arbreiðstíðsreglur er nú knæsett i KAF-sáttmálanum, og farast skal undir lønarflokkingar í næstum. Tí er formaðurin í Maskinmeistarafelagnum nøgdur við semjuna. Næsta stigið er at fáa lyft lønirnar, so tær kunnu kappast við lønarlagið í londunum rundan um okkum

Høvuðskravið hjá Maskinmeistarafelagnum bar á mál, tá av tornaði, og arbeiðstíðsreglur eru nú partur av sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF. Tað var greitt, tá partarnir á middegi í dag við semingsmanninum sum millummanni loksins skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála.  

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fegnast um, at tað hóast alt eydnaðist at fáa semju millum partarnar.

- Onkur helt okkum kanska vera svakar, men vit fóru miðvíst eftir at fáa knæsett arbeiðstíðsreglur í sáttmálanum, og tað eydnaðist, so eg eri sjálvsagt nøgdur.

-  Sáttmálasettar, generellar arbeiðstíðsreglur á øðrum økjum enn innan heilsu, røkt og umsorgan er eitt slóðbrótandi framstig og eitt neyðugt amboð at tryggja, at aðrar ásetingar um arbeiði kunnu hondhevjast og haldast. Henda ásetingin, sum á ongan hátt verður mótroknað í karminum, kann tæna sum fyridømi í øðrum sáttmálum – ikki bara hjá okkum, men á øllum arbeiðsmarknaðinum, sigur hann.

Í nøkrum av sáttmálunum á heilsu- og umsorganarøkinum eru ásetingar um arbeiði á frídøgum, í skeivum arbeiðstíðum, vikuskiftum, tilkallivaktir og annað. Hesir sáttmálar eru serstakir, júst tí teir umfata røktar- og umsorganararbeiði.

tað skrivar www.mf.fo