Hugurin at sleppa til skips er blivin størri
Seinastu tvær vikurnar hevur 15 ára gamli Nóa Andreasen verið í starvslæru á Tórshavnar havn. Nóa gongur í 9.a í skúlanum á Argjahamri.
At valið fall á júst Tórshavnar havn eri ikki av tilvild. Nóa hevur sjálvur eitt stórt ynski at sleppa til skips. Tá tað ikki lat seg gera at sleppa til skips undir starvslærutíðini, var Tórshavnar havn tískil eitt náttúrligt val fyri hann. - Eg hugsaði, at tvær vikur hjá Tórshavnar havn kundu geva mær eitt betri innlit í, hvat tað inniber at gerast sjómaður. Eftir hesar báðar vikurnar eri eg sannførdur um, at eg skal til skips, sigur Nóa Andreasen.
Hjá Tórshavnar havn starvast 18 fólk. Hóast hesi í gerandisdegnum ikki beinleiðis fáast við fisk og fiskiskap, so eru arbeiðsuppgávurnar hjá teimum flestu, so ella so, tengdar at virksemi á sjónum. Harumframt starvast fleiri fyrrverandi sjómenn hjá Tórshavnar havn. Ímeðan Nóa hevur verið í starvslæru hjá Tórshavnar havn, hevur hann uttan iva eisini fingið onkur góð ráð frá teimum.
Hesar báðar vikurnar, ið Nóa hevur verið í starvslæru hjá Tórshavnar havn, hevur hann roynt seg á nógvum ymiskum økjum, bæði saman við starvsfólkum á Eystaru- og Vestaru bryggju.
Við starvsfólkunum á Vestarubryggju hevur Nóa verið við at sett eyka fríholt upp til Teistan í Nólsoy. Hann hevur verið við at flutt sokallaðu armarnar, í samband við bátaskifti í Vágsbotni. Umframt tað hevur verið við okkara ISPS umboði, Sigmundi, og gjørt eftirlitsvitjanir á økjum, sum Tórshavnar havn varðar av.
Tá veðrið er ringt og útlitini hjá stóru farmaskipunum at leggja at, eru ivasom, verða boð send eftir loðsinum. Á seinasta degi í starvslæruni fekk Nóa møguleikan at verða við Pressaranum, tá hann førdi loðsin út til farmaskipið, ið skuldi leggja at. Pressarin hjálpti eisini til við at geva farmaskipinum eitt skump, soleiðis at skipið betri fekk lagt at.
- Hetta var avgjørt tann stuttligasta og besta upplivingin, meðan eg havi verið her, sigur Nóa.
Greinin, sum stóð á heimasíðuni hjá Tórshavnar Havn, er frá november.