Føroyska Sjómansmissiónin fekk heilsan frá Arctic Voyager
Tólahald á heimleið
Føroyska Sjómansmissiónin hevur fingið heilsan frá Arctic Voyager.
Teir hava roynt eftir sild í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Teir hava 500 tons, sum var tað síðsta av kvotuni og skulu landa til Pelagos Fuglafirði.
Teir skriva eisini:
-Vit hava havt jólahald umborð. Á matskránni var dunnu við ymiskum góðum afturvið. Síðani var drekka við rísalamang. Hæddarpunktið var, tá vit pakkaðu jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum upp. Vit takka fyri pakkarnar. Vit lósu jólaevangeliið og sungu tríggjar jólasálmar. Sigast skal, at manningin dámar sera væl at syngja. Skipari er Tórhallur Randrup úr Hvalba.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Fleiri myndir niðanfyri greinina
Tað skrivar Torleif Johannesen, sjómastrúboðari á facebook -vanganum hjá Føroysku Sjómansmissiónini.