Fiskavøruútflutningurin minkaður 367 milliónir krónur
Útflutningurin fyri september er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið november í 2023 til oktober í 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 367 milliónir krónur, ella góð 3 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og sild, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Útflutningurin av øðrum enn fiski stendur so at siga í stað.
Útflutningurin av laksi er vaksin 618 milliónir krónur seinasta árið. Laksaútflutningurin hevur verið størri enn 6 milliardir krónur í tíðarskeiðnum november 2023 til oktober 2024. Virðið er vaksið 11,4 prosent, og nøgdin er vaksin 21,7 prosent.
Les meir og fáa innlit í ymiskar talvur HER Fiskavøruútflutningurin minkaður 367 milliónir krónur | Hagstova Føroya