1125 pakkar latnir umborð á 105 skip
Føroyska Sjómansmissiónin hevur aftur í ár givið jólapakkar til føroyska sjófólkið.
Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringum og øðrum, sum vilja gleða og stimbra sjófólkið. Sigast má, at sjófólkið fegnast stórliga um pakkarnar, sum í fleiri førum eisini eru við til, at jólasálmar verða sungnir og jólaevangeliið lisið.
Fyrstu pakkarnir vóru latnir skipum fyrst í novembur og teir seinastu 20. desembur.
Nú talt er saman eru 1125 pakkar latnir umborð á 105 skip.
Tá skipini eru býtt í bólkar, síggja teir soleiðis út: 69 fiskiskip, 20 farmaskip, 6 frálandaskip í oljuvinnuni, 9 tænastuskip í alivinnuni og tvey vaktar- og bjargingarskip.
Umleið 25 av skipunum verða burtur á jólum.
Føroyska Sjómansmissiónin takkar øllum sum hava latið pakkar. Samstundis verður sjófólkinum og øllum Føroya fólkið ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Hjartans tøkk fyri brátt farna árið!
Tað skrivar Trúboðin