Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum heglingur. Sum dagurin líður minkar hann vindin spakuliga, og í kvøld verður frískt lot til frískan vind av vestri, 5 til 10 m/s, og longri ímillum ælini.
Týsdag fyrrapart lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta ella kanska okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.